Maria Andersen - Bert Ein Dag
Автор: Tóki Brattalíð
Загружено: 2018-04-15
Просмотров: 6388
Описание:
Orð: Lina Sandell Lag: Oscar Ahnfelt Týtt: Victor Danielsen
1. Bert ein dag – hvør troyst í neyð og váða
– bert ein dag, bert eina stund í senn!
Faðir mín, hann man jú øllum ráða
– hví skal eg, hans barn, tá óttast enn!
Hann, sum faðirsinn og hjarta hevur,
hvørja stund, hvønn dag, ja, við hvørt stig
mær mín part av sorg og gleði gevur,
ja, av hvíld og møði við.
2. Og eg skal, tá hann mær nær vil vera,
nýggja hjálp við nýggjum degi sjá,
hvørs dags sorg og stúran hann vil bera,
hann, sum eitur bæði Kraft og Ráð.
Meg at verja nú og allar ævir,
hesa umsorg ber hann jú á sær;
styrki tín skal verða sum tín dagur,
hetta lyfti gav hann mær.
3. Hjálp mær hjartans ófrið tí at stilla
bert við tínum lyftum, Faðir mín,
og ei trúarhvíluna at spilla,
sum mær gav títt orð og Andi tín!
Sært tú meg í ivans hørðu bondum,
kom til hjálpar tá og lær meg enn taka
stilt av tínum faðirhondum
eina stund, ein dag í senn!
Повторяем попытку...
Доступные форматы для скачивания:
Скачать видео
-
Информация по загрузке: