ycliper

Популярное

Музыка Кино и Анимация Автомобили Животные Спорт Путешествия Игры Юмор

Интересные видео

2025 Сериалы Трейлеры Новости Как сделать Видеоуроки Diy своими руками

Топ запросов

смотреть а4 schoolboy runaway турецкий сериал смотреть мультфильмы эдисон
Скачать

Hanus G. - Deyði Magnus Heinasonar

Автор: Tóki Brattalíð

Загружено: 2019-07-18

Просмотров: 12085

Описание: Orð: Poul F. Joensen Lag: Hanus G. Johansen

Siti eg eins og ljónið,
ið lokkað í fellu er,
bundin av donskum trælum,
feldur á sigrandi ferð,
sakleysur dømdur til deyða,
– teir lúrdu mong Harrans ár
– tó um meg sjálvan eg ikki
felli eitt einasta tár.

Føroyar, mítt føðiland Føroyar,
mítt neyðar happaða land,
hvør skal nú vera tín verja,
og breðga mót ránsmonnum brand;
ogn tín av landi er drigin,
meinslað smábørn og menn,
hertiknar fjallalands døtur:
av harmi eg grísli tenn.

Var bert sjórænarin verstur
– men verri hin ránsmaður var,
sum í tíni borg tók valdið
og sýgur mergin úr tær,
rakdanin feitilendi
gjørdi mítt fjallprúða heim,
tú ert sum ræið, har ravnar
gorrandi halda gleim.

Fríborna oyggjaslagið
traðkað í díkið er.
Eg vildi okið kvetta,
tí siti eg bundin her,
so djúpt er Føroyingur sokkin,
at landsins álitismenn
krúpa sum bankaðir hundar
– vaknið og vísið tenn!

Teir selja land og seg sjálvar,
bert Danin rós teimum ber,
hvørt leggald, ið danskt kann gala
brátt teirra avgudur er,
teir látast helvitis kalar
mót landsmonnum bondskir í gerð,
men dintil er oman høvdið,
bert Dani í eygsjón er.

Aldri eg skomm tær gjørdi,
hvar eg um heimin var,
Írarnar heim aftur rak eg
og stygdi Skotar frá tær;
virdur í Spanialandi,
vítt bar eg, Føroyar, títt navn,
Brittar og Hálandsmenn flýddu,
orð fleyg av mær havn úr havn.

Hoyri eg hurðar ríkja,
hel fyri durum er,
kundi eg gloymt tín vanda,
eg fór sum til brúðleypsferð,
er tað tú, kolsvarti prestur,
skriftamál mítt tú hoyr,
lat so Valkendorf frætta,
hvussu ein Føroyingur doyr.

Trýrt tú, eg óttist deyðan,
at tú setir dirvi í meg,
nei, hálshvíti, gudilig
lótir rína so lítið við meg.
Jú, tit tæna kærleikans drotti,
sum steikja í túsundvís
frægastu menn og kvinnur
honum til æru og prís.

Deyðin ein leikbróðir var mær
við Grønlands ísbardu strond,
á Atlants stormgoystu bylgju,
við sólfevndu Miðalhavs lond.
Er eitt land handan sýni,
øll hittast á einum stað,
men, um so er ella ikki,
eg fái at vita í dag.

Lær teg at ganga í deyðan
eins og til veitslu, sum eg,
vaktari, lat okkum fara,
teir skulu ei bíða meg,
vilt tú meg blinda, bøðil,
títt neyðardýr, kennir tú meg.
Hevur tú frætt, at Magnus
nakrantíð bliknaði?

Mangan mót deyðanum
havi eg herjað og veitt honum fong
av Turkum og Fransum, tá knøttur
sang brakandi gravarsong;
rist ei á hondum, trælur,
tá tú høggur sakleysan mann,
bið Valkendorf ikki gráta,
tá hevndin fær kløur í hann.

Bøðil, flyt meg úr heimi,
eg vamlist at liva her,
hvar trælir seg sleikja til valdið
eins og nú Valkendorf ger;
øll míni brøgd og roysni
Føroyingum vígdi eg.
Føroyar farvæl, mín móðir,
eydnan signi tín veg.

Не удается загрузить Youtube-плеер. Проверьте блокировку Youtube в вашей сети.
Повторяем попытку...
Hanus G. - Deyði Magnus Heinasonar

Поделиться в:

Доступные форматы для скачивания:

Скачать видео

  • Информация по загрузке:

Скачать аудио

Похожие видео

Hanus G. - Hørpuspælarin

Hanus G. - Hørpuspælarin

Джем – Hanus G. - Deyði Magnus Heinasonar

Джем – Hanus G. - Deyði Magnus Heinasonar

Джем – Hanus G. Johansen

Джем – Hanus G. Johansen

Внезапная смена власти / Президент сделал неожиданное заявление

Внезапная смена власти / Президент сделал неожиданное заявление

Hanus G. - Tórsgøta LIVE

Hanus G. - Tórsgøta LIVE

ALLAN OLSEN - Taberens Søn

ALLAN OLSEN - Taberens Søn

THE MOST BEAUTIFUL FUSION!! Flamenco, Accordion & Violin in Music That Touches the Soul

THE MOST BEAUTIFUL FUSION!! Flamenco, Accordion & Violin in Music That Touches the Soul

Av stólinum presturin røddi so   SN

Av stólinum presturin røddi so SN

Sous le Ciel de Paris | Chansons Françaises Douces et Romantiques

Sous le Ciel de Paris | Chansons Françaises Douces et Romantiques

Handan Mjørkan - Eyðun og Terji

Handan Mjørkan - Eyðun og Terji

Hanus G. Johansen - Blóma mín

Hanus G. Johansen - Blóma mín

Hanus G. - Vónsvikin

Hanus G. - Vónsvikin

Chicago Blues Music – Relaxing Soulful Blues Collection Vol.010

Chicago Blues Music – Relaxing Soulful Blues Collection Vol.010

Grímur á Miðalnesi.

Grímur á Miðalnesi.

Sade - Ultimate

Sade - Ultimate

Нуар-блюз 50-х: сигаретный дым и старый саксофон

Нуар-блюз 50-х: сигаретный дым и старый саксофон

Saknur - Hanus G.  Johansen

Saknur - Hanus G. Johansen

Best Whiskey Blues Songs | Melodies for Evening Chill

Best Whiskey Blues Songs | Melodies for Evening Chill

Blóma mín

Blóma mín

4 - Her Er Løtan

4 - Her Er Løtan

© 2025 ycliper. Все права защищены.



  • Контакты
  • О нас
  • Политика конфиденциальности



Контакты для правообладателей: [email protected]