Petur, Ronny, Ingi og Anja - Hátt á einum kletti
Автор: Husgardi
Загружено: 2023-05-30
Просмотров: 4043
Описание:
Hátt á einum kletti ein viti stóð
Orð: Zacharias Zachariassen
Lag: Edwin O. Excell
Hugnaløta í Elim í Søldarfirði des 2021
1. Hátt á einum kletti ein viti stóð,
gav sær ikki far um fjøru ella flóð,
grundaður á hellu, tryggur stóð hann har,
kastaði sítt ljós bæði fjart og nær.
2. Um á vetri brimið í bergið stóð,
kavarok og regn og vindur vitan sló.
Og um summarlýkkan kíndi vitans brá,
skein hann líka trútt yvir havsins vág.
3. Millum riv og vandar, á veg til lands,
mong ein skúta takksom vitanum gav ans.
Sóu teir hann skyggja, stýrdu teir hans leið,
vandaleys var skútan og kósin greið.
4. Eins og hesin vitin á myrkum veg,
jesus vil, at tú skalt lýsa fyri seg.
Mangur er í vanda, mangur einki sær,
lýs tí fyri hann bæði fjart og nær.
Повторяем попытку...
Доступные форматы для скачивания:
Скачать видео
-
Информация по загрузке: